15-05-2012 30 ára starvsdagur í Innlendismálaráðnum.30 ára starvsdagur í Innlendismálaráðnum Í morgun var hugnaløta í Innlendismálaráðnum fyri Noru Bærentsen, sum hevur 30 ára starvsdag í dag. Nora starvast sum stjórnarskrivari í Innlendismálaráðnum.
 | | | 11-05-2012 Landsstýrismaðurin tikið avgerð um Viðareiðisfarleiðina.Landsstýrismaðurin tikið avgerð um Viðareiðisfarleiðina Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur nú avgjørt, at farleiðin til Viðareiðis í framtíðini verður sokallaða tunnilsloysnin. Við hesi loysnini verður gjørdur tunnil millum Hvannasund og Middal, og vegur haðani til Viðareiðis.
| | | 11-05-2012 Løgfrøðingur til Innlendismálaráðið.Løgfrøðingur til Innlendismálaráðið Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í miðfyrisitingini, so er hetta starvið í Innlendismálaráðnum kanska nakað fyri teg.
| | | 02-05-2012 Byggilógin samtykt.Byggilógin samtykt Leingi væntaða byggilógin, ið Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt fyri Løgtingið, er í dag samtykt og kemur í gildi 1. apríl 2013.
| | | 01-05-2012 Hvussu skipa vit framtíðar kommunalu Føroyar?.Hvussu skipa vit framtíðar kommunalu Føroyar? Landsstýrið hevur avgjørt at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Endamálið við fólkaatkvøðuni er at staðfesta, um meiriluti er fyri at skipa landið í størri kommunalar eindir. Roknað verður við, at kommunurnar taka komandi úrslitið av fólkaatkvøðuni til eftirtektar og skipa seg samsvarandi hesum úrsliti sjálvbodnar. Í lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging hevur landsstýrismaðurin avmarkaðar heimildir, hann kann bara leggja kommunur saman, sum eru samdar um at leggja saman. Landsstýrið metir, at besti hátturin at skipa størri burðardyggar kommunalar eindir er tann sjálvbodni hátturin
| | |
|
|
|
|