
Arbeiðsøki
Løgmálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum fyri málsøkini samsvarandi galdandi málsøkjabýti løgmans.
Høvuðsøkini eru:
- Lógarmál, undir hesum revsirætt, dáturætt, fyrisitingarrætt og vápnalóggávu
- Lógarsmíð, eftirkanning og kunngering
- Persóns-, húsfólka- og arvarætt undir hesum eisini navnamál
- Útlendingarætt og integratiónsrætt
- Kommunumál og útjaðaramál
- Kærumál
- Rúsdrekkalóggáva og matstovulóggáva
- Tilbúgving
- Altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp
- Norðurlandamál
- Val