Familjumál
Málsøkið persóns-, familju- og arvarættur varð yvirtikið á ólavsøku 2018, og tá fingu føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á økinum.
Løgmálaráðið er yvirskipaður myndugleiki á økinum. Ráðið ger lógaruppskot, eins og ráðið veitir landsstýrisfólkinum ráðharratænastu á málsøkinum, soleiðis at landsstýrisfólkið kann taka vælgrundaðar avgerðir.
Málsøkið persóns-, familju- og arvarættur fevnir um verjumál, foreldramyndugleika og samveru, ættleiðing, hjúnaband og hjúnaskilnað, barna- og hjúnafelagagjøld, arv og fleiri aftrat hesum.
Málsøkið fevnir sostatt um reglur, sum røkka heilt inn í føroysku familjuna og mynda karmarnar fyri familjuna. Málsøkið persóns, familju- og arvarættur er grundleggjandi fyri eitt samfelag, og lóggávan er persónliga viðkomandi fyri hvønn einstakan gjøgnum alt lívið. Longu frá føðing, tá ið faðirskapurin skal skrásetast og seinni í lívinum, um eitt par fer hvør til sítt og hevur tørv á, at myndugleikarnir taka avgerð um t.d. foreldramyndugleika ella samveru við børnini.
Samstundis sum málsøkið varð yvirtikið, varð Familjufyrisitingin sett á stovn at umsita ymiskar uppgávur innan persóns- og familjurættarligu økini.
Familjufyrisitingin viðgerð einkult mál og tekur avgerð í persóns- og familjurættarligum málum, og ávísar avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya Kærustovn.