Fólkayvirlit
Løgtingslógin um fólkayvirlit hevur til endamáls at tryggja:
- At øll, ið eru fødd her í landinum, flutt til Føroya ella skulu skattaviðgerast í Føroyum hava eitt persónstal.
- At Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal.
- At hvør einstakur verður skrásettur á tí bústaði, har hann veruliga býr ella heldur til.
- At upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt kunnu latast almennum myndugleikum ella privatum, ið hava heimilaðan áhuga í hesum.