Kærumál
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum, ið varð settur á stovn í 1998.
Í 2019 varð arbeiðsbólkur settur at eftirmeta virksemið og skipanina hjá Kærustovninum, og fáa eitt tilmæli um møguligar broytingar og tillagingar, so stovnurin fór at hóska betur til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag.
Arbeiðsbólkurin lat Løgmanni álit og tilmæli tann 16. oktober 2020.
Arbeiðsbólkurin mælti til, at Kærustovnurin varð umskipaður og at Kærustovnurin fór frá eini skipan, har øll mál skulu fyrireikast at leggja fyri nevndir, til eina skipan, har avgerðirnar verða tiknar av Kærustovninum.
Tann 23. november 2021 samtykti Løgtingið løgtingslóg um Føroya Kærustovn.
Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2022 til 1. januar 2024 fer Føroya Kærustovnur at vera í eini skiftistíð, og verða kærunevndir í hesum tíðarskeiðinum tiknar av og virkisøkið teirra flutt til Føroya Kærustovn.