
Kommunumál
Løgmálaráðið avgreiðir millum annað fyrispurningar og klagur um ymisk kommunal viðurskifti. Hetta kann vera í sambandi við mál, ið snúgva seg um innihaldið ella løggildið í kommunalum avgerðum, ymiskar mannagongdir sambært kommunustýrislóggávuni, heimildir hjá kommunustýrunum og uppgávur teirra.
Umframt kommunustýrislógina og tilhoyrandi kunngerðir, tekur umsitingin av kommunumálunum oftast støði í løgtingslógunum um fyrisiting og um alment innlit, við tað at nógvu málini snúgva seg um viðurskifti, sum viðkomandi løgtingslógir beinleiðis regulera.
Løgtingslógir á økinum
Løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Í Føroyum eru 29 kommunur. Tann 1. januar 2020 vóru
- fýra kommunur við undir 100 borgarum,
- átta kommunur við millum 100 og 499 borgarum
- fýra kommunur við millum 500 og 999 borgarum
- átta kommunur við millum 1.000 og 1.999 borgarum
- tvær kommunur við millum 2.000 og 2.999 borgarum
- ein kommuna við 4.154 borgarum
- ein kommuna við millum 5.250 borgarum og
- ein kommuna við 21.967 borgarum