Eftirlit við kommunum
Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur eftirlit við kommununum og kommunalum samstørvum. Her kanst tú lesa eitt sindur um virksemið hjá kommunala eftirlitinum.
Eftirlitið við kommununum er eitt rættargildiseftirlit, ið hyggur eftir, at galdandi lóggáva verður hildin. Eftirlitið kann verða framt av sínum eintingum og er ikki treytað av einumhvørjum skumpi uttanífrá, men tað kann fara til verka av sínum eintingum. Orsøkin til, at farið verður til verka kann eitt nú vera ein áheitan frá einum borgara, eini fyritøku, frá minnilutanum í kommunustýrinum ella frá einum øðrum myndugleika, ella tí at eftirlitsmyndugleikin gjøgnum fjølmiðlarnar gerst varigur við eitthvørt mál, ið eigur at verða viðgjørt. Hetta hevur við sær, at ein klaga ikki altíð hevur við sær, at eitt eftirlitsmál verður sett í verk.
Eftirlitið við kommununum fevnir eitt nú um:
- Ólógligar avgerðir, ið kommunustýrið hevur tikið, og
- avgerðir, sum kommunustýrið hevur skyldu til at taka sambært lóg.
Fíggjarliga eftirlitið við kommununum er málsøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Heimildir hjá eftirlitinum at seta tiltøk í verk mótvegis kommunustýrum
Landsstýrismaðurin kann ógilda avgerðir, fyribils taka avgerðir av ímeðan málið verður kannað, áleggja einstøku kommunustýrislimunum tvingsilsbøtur, saksøkja einstøku kommunustýrislimunum eftir endurgjaldi og heita á ákæruvaldið um at reisa átalu.
Í flestu førum er ikki neyðugt at seta tiltøkini omanfyri í verk. Oftast endar eitt eftirlitsmál við einum óbindandi ummæli til kommunustýrið. Um eitt kommunustýri hinvegin ikki ger eftir ummælinum, kann eftirlitsmyndugleikin møguliga seta onkur av omanfyristandandi tiltøkum í verk.
Á høgra bredda kanst tú lesa nærri um einstøku tiltøkini.