Niðurstøður hjá Kommunala eftirlitinum
Endamálið við at almannakunngera niðurstøður hjá Kommunala eftirlitinum í hesum savni er at upplýsa um rættarstøður á kommunala økinum, soleiðis at kommunurnar fáa betri fyritreytir at virka í samsvari við kommunala lóggávu og kommunufulltrúina.
Søla av grundstykkjum til undir kostprís
Málið í stuttum
Tórshavnar kommuna hevur á býráðsfundi tann 25. januar 2024 samtykt at selja grundstykkir í Kollafirði fyri 500.000 krónur stykki, hóast metti kostprísurin er 780.000 krónur fyri hvørt grundstykki. Eftirlitsmálið snýr sum um, hvørt samtyktin er í samsvari við meginreglurnar um sølu av kommunalum fastognum og almennu aðalrættarregluni í kommunufulltrúini.
Niðurstøða
Kommunala eftirlitið heldur ikki, samtyktin viðtikin á býráðsfundi tann 25. januar 2024 er í samsvari við kommunufulltrúina. Tað er ikki at meta sum ein fíggjarlig ráðilig avgerð at fara undir at útstykkja og gera lendið byggiklárt væl vitandi um, at ein møgulig søla ikki javnvigar útreiðslurnar, sum kommunan hevur havt av hesum, og kommunan er vitandi um, at marknaðarprísurin er væl lægri enn metti kostprísurin. Slíkar avgerðir eru ikki í samsvari við almennu aðalrættarregluna í kommunufulltrúini, sum áleggur kommunum eina skyldu at virka fíggjarliga ráðiligt.
Avgerð nr. 24/03015-16
Les alt málið her.
Kommunustýrisfundurin varð ikki lýstur alment og varð ólógliga hildin fyri afturlatnum hurðum
Málið í stuttum
Eftirlitismálið snýr seg um, hvørt Skálavíkar kommuna kundi halda ein kommunustýrisfund uttan at lýsa hann alment, umframt fyri afturlatnum hurðum.
Niðurstøða
Kommunustýrisfundurin tann 7. oktobur 2024 er ikki hildin í samsvari við kommunustýrislógina § 13, stk. 1, tí hann ikki varð lýstur alment, og heldur ikki í samsvari við § 26, stk. 1, tí talan var ikki um slík mál, sum kundi haldast fyri afturlatnum hurðum. Kommunala eftirlitið kom til ta niðurstøðu, at fundurin er ikki viðtøkuførur.
Avgerð nr. 24/23512-11.
Les alt um málið her.
Kommunalur stuðul til eina átrúnaðarliga samkomu
Málið í stuttum
Eftirlitismálið snýr seg um, hvørt Tórshavnar kommuna hevur latið ólógligan fíggjarligan stuðul til eina átrúnaðarliga samkomu.
Niðurstøða
Kommunala eftirlitið metir, at Tórshavnar kommuna letur samkomuni ólógligan fíggjarligan stuðul, um kommunan ikki tryggjar sær og kunnar um, at ítøkiligu parkeringsbásarnar fram við Vegnum Langa í Hoyvík kunnu nýtast av øllum borgarum í kommununi, á jøvnum føti við samkomuna.
Avgerð nr. 23/17415-8.
Les alt um málið her.
Klaga um rættin hjá borgarstjóranum at taka avgerð í máli uttan um kommunustýrið
Málið í stuttum
Eftirlitismálið snýr seg um, hvørt borgarstjórin í Sørvágs kommunu helt galdandi reglur, tá ið borgarstjórin avgjørdi at taka eitt mál aftur úr rættinum, uttan samtykt frá kommunustýrinum.
Niðurstøða
Kommunala eftirlitið metir, at borgarstórin í Sørvágs kommunu ikki helt § 21, stk. 3, tá ið borgarstjórin vegna kommunustýrið tók avgerð um at taka stevningina, sum kommunustýrið hevði samtykt, aftur.
Avgerð nr. 24/02903-10 (Mál viðgjørt av Umhvørvismálaráðnum vegna ógegni hjá Løgmálaráðnum).
Les málið her.
Umsókn um frávik frá eitt árs freistini í § 7 í kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn
Málið í stuttum
Sjóvar kommuna søkti Kommunala eftirlitið um frávik frá § 7 í kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn. Orsøkin var, at meira enn eitt ár var liðið, síðani kommunan seinast hevði lýst ítøkiligu fastognina til sølu.
Niðurstøða
Kommunala eftirlitið sýtti umsóknini við tí grundgeving, at eitt árs freistin í § 7 í kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn er endalig. Hetta er eisini galdandi í teimum førum, har kommunan er farin undir samráðingar um sølu við áhugaðan keypara, áðrenn eitt árs freistin er farin. Avgerandi er, um bindandi avtala um sølu av ognini er gjørd, áðrenn eitt árs freistin er farin.
Avgerð nr. 24/14711-2
Les skrivið her.
Søla hjá Sunda kommunu av neystagrundum til eigarar av ástandandi neystum
Málið í stuttum
Eftirlitismálið snýr seg um, hvørt Sunda kommuna helt galdandi reglur, tá ið kommunan seldi kommunalar fastognir, uttan at ognirnar frammanundan vóru lýstar alment til sølu.
Niðurstøða
Kommunala eftirlitið metir, at Sunda kommuna ikki helt reglurnar um alment útboð av kommunalari fastogn, sum ásett er í § 1 í kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn, sbr. § 44, stk. 1 í kommunustýrislógini, tá ið Sunda kommuna seldi omanfyri nevndu neystagrundir hjá kommununi uttan at bjóða ognirnar út alment. Kommunala eftirlitið vísir eisini á, at tað ikki var í lagi, at Sunda kommuna seldi nakrar av neystagrundunum, meðan Kommunala eftirlitið kannaði, um kommunan hevði heimild at selja ítøkiligu fastognirnar.
Avgerð nr. 23/04014-10
Les alt málið her.