Lógartænasta og lógarsmíð
Lógartænastan ráðgevur øðrum aðalráðum í lógartøkniligum spurningum. Lógartænastan eftirkannar eitt nú lógaruppskot, kunngerðir, rundskriv, leiðbeiningar o.a., sum aðalráðini senda lógartænastuni.
Til hetta arbeiðið eru gjørd rundskriv og leiðbeiningar, sum verða brúkt sum grundarlag undir eftirkanningini.
Logir.fo er ein tænasta til borgaran, vinnulív, stovnar og aðrar myndugleikar, har tað ber til umvegis internetið skjótt at kunna seg um galdandi lóggávu í Føroyum. Sí: www.logir.fo
Kunngerðablaðið: Í Kunngerðablaðnum skulu allar rættarreglur lýsast, sum skulu galda í Føroyum. Føroysk lóggáva verður lýst í Kunngerðablaði A, meðan ríkislóggáva verður lýst í B-blaðnum. Síðani 1. januar 2013 er Kunngerðablaðið talgilt og sæst á Kunngerðaportalinum.