Løgbitar
Ætlanin við løgbitunum er stutt at lýsa nøkur yvirskipað løgfrøðilig ella faklig evni, sum tað er gott at hava sum undirstøði, tá ein lóg ella aðrar rættarreglur skulu gerast.
Løgbitarnir eru eitt leiðbeinandi ískoyti til rundskrivið um lógarsmíð.
Løgbitarnir eru gjørdir í samráð við tey stjórnarráð ella myndugleikar, sum hava serligan kunnleika innan økið, sum løgbitin viðvíkur.
Løgbiti 1: Stjórnarrættarliga støða Føroya
Í hesum løgbitanum verða tey sjónarmið, sum eru at finna um grundlógina, heimastýrislógina og stýrisskipanarlógina í Áliti um stýrisskipan Føroya frá 1994 endurgivin og lýst.
Løgbiti 2: Stýrisskipanarlógin § 55 og millumtjóðasáttmálar
Sambært § 55 í stýrisskipanarlógini hevur ein løgtingslóg ikki gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum heimastýrið hevur gjørt við onnur lond, ella um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum Danmørk hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar.
Løgbiti 3: Arbeiðsháttur Løgtingsins
Løgtingið starvar eftir teim formligu reglum, sum ásettar eru í stýrisskipanarlógini og tingskipanini. Bert løgmaður, landsstýrismaður ella løgtingsmaður kunnu taka mál upp í Løgtinginum.
Løgbiti 4: Arbeiðsháttur landsstýrisins
Sambært stýrisskipanarlógini § 33 stk. 2 samskipar løgmaður starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir og ríkislógartilmæli o.a. verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.
Løgbiti 5: Lóggáva í mun til kommunurnar
Kommunurnar er fevndar av vanligu løggildisgrundregluni. Hetta merkir, at tær uppgávur, sum kommunurnar hava ábyrgd av, skulu hava heimild í lóg, og at røktanin av hesum uppgávum má ikki stríða móti nakrari lóg.
Løgbiti 6: Kunngerðaportalurin og Lógasavnið
Í Kunngerðablaðið skulu allar løgtingslógir, kunngerðir o.s.fr., givnar av landsstýrinum, kunngerast fyri at fáa lóggildi. Lógasavnið, logir.fo, er ein tænastuportalur har tú leitar fram galdandi lóggávu.
Løgbiti 7: At senda til ummælis
Tað hevur stóran týdning at fáa greiðu á, hvørja støðu ymiskir myndugleikar, stovnar, vinnulív o.s.fr., hava til lógaruppskot, hetta fyri at stjórnarráð kunnu gera eina meting av, um uppskot tøkniliga og innihaldsliga eru í lagi.
Løgbiti 8: Singuler lóggáva
Tað eigur at verða víst stórt afturhaldni við at lóggeva um viðurskifti hjá einstøkum likamligum ella løgfrøðiligum persónum ítøkilig ella singulert.
Løgbiti 9: Lóggávumannagongdin í landsstýrinum
Henda mannagongd er galdandi fyri løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar frá landsstýrinum. Mannagongdin er í størstan mun eisini galdandi fyri kunngerðir.
Løgbiti 10: Fíggjarlógargongdin – frá byrjan til enda
Fíggjarlóg, fíggjarlógaruppseting, játtanarsløg og viðmerkingar eru týðandi amboð hjá løgtinginum at stýra, ávirka og raðfesta útreiðslur og inntøkur landsins og eru við til at áseta, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum.
Løgbiti 11: Lóggáva búgvin til talgilding
Nógvar av okkara arbeiðsuppgávum automatiseraðar ella talgildar. Spurningurin er, um lóggávan megnar at fylgja við hesi stóru menningini í tøknini. Hvussu tryggja vit okkum, at lóggávan er nøktandi, tá ið umheimurin, sum skal stýrast, alla tíðina broytist?
Løgbiti 12: Fyrisitingarlig sektaruppskot
Í hesum løgbita verða mørkini millum útinnandi valdið og dømandi valdið viðgjørd í sambandi við møguleikan hjá fyrisitingarligum myndugleikum at nýta fyrisitingarlig sektaruppskot, tá ið mál skulu avgerast.
Løgbiti 13: Fyrisitingarlógin, innlitslógin og persónsupplýsingarlógin
Í hesum løgbita verða markamót millum tríggjar løgtingslógir, sum allar eru galdandi fyri almennu fyrisitingina, og sum tykjast at regulera somu viðurskifti samstundis, viðgjørd. Allar tríggjar løgtingslógirnar eru horisontalt galdandi. Tað merkir, at tær eru galdandi fyri allar myndugleikar í øllum viðurskiftum innanfyri virkisøkið.
Løgbiti 14: Hvussu “føroyingur” skal skiljast sbrt. § 10, stk. 2, 2. pkt. í heimastýrislógini
Í hesum løgbita verður § 10, stk. 2, 2. pkt. í heimastýrislógini, sum ásetur, at tað í lóggávu ella umsiting ikki kann verða gjørdur munur á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum, viðgjørd.