Lógargongdin byrjar ofta við einum hugskoti hjá landsstýrismanninum ella stjórnarráðnum. Fyrst má metast um, hvørt hugskotið kann verða framt í verki, uttan at nýggj løgtingslóg verður gjørd, galdandi løgtingslóg verður broytt, ella at løgtingslóg verður sett úr gildi.
Kemur stjórnarráðið til ta niðurstøðu at lógaruppskot skal gerast, verður eitt upprit skrivað, sum lýsir ætlaninar hjá landsstýrismanninum.
Tá ið landsstýrismaðurin hevur fingið undirtøku á landsstýrisfundinum fyri at arbeiða víðari við uppskotinum, so fer stjórnarráðið undir at gera sjálvt lógaruppskotið.
Tað er ógvuliga týdningarmikið, at øll uppskot verða send til ummælis. Hetta so at borgarar, vinnulív, almennir myndugleikar, stovnar o.o. fáa høvi at gera viðmerkingar og siga sína hugsan um uppskotið.
Endamálið við at senda uppskot til ummælis er at fáa til vega so nógv sjónarmið sum til ber.
Ummælisfreistin eigur ikki at vera styttri enn 4 vikur.
Øll uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli, uppskot til samtyktar og allar kunngerðir, sum landsstýrið letur úr hondum skulu eftirkannast av Lógartænastuni. Uppskot skulu latast til eftirkanningar, eftir at hesi hava verið til ummælis, og áðrenn tey fara á politiskan landsstýrisfund.
Lógartænastan eftirkannar, um uppskot eru sett upp eftir tí leisti, ið verður brúktur í landsfyrisitingini, og at tey annars lógartøkniliga er í lagi.
Endamálið við at eftirkanna øll lógaruppskot er at tryggja eitt høgt og einsháttað fakligt støði í lóggávuni.
Um landsstýrið tekur undir við lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum, so verður uppskotið sent til ummælis hjá samgonguflokkunum. Hetta er fyri at tryggja, at politisk undirtøka er fyri uppskotinum í allari samgonguni. Hendan undirtøkan er neyðug, tí at tað eru tingfólkini hjá samgonguni, sum atkvøða í Løgtinginum – ikki landsstýrisfólkini.
Um undirtøka er fyri uppskotinum verður tað sett á skrá til formligan landsstýrisfund, har øll lógaruppskot hjá landsstýrisinum verða løgd fram, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.
Tá ið uppskotið er lagt fram í Løgtinginum, er tað ikki longur landsstýrið, sum varðar av uppskotinum, men Løgtingið. Landsstýrið kann tá ikki longur gera broytingar í uppskotinum.
Fyri viðgerðina í Løgtinginum eru serligar mannagongdir og tíðarfreistir galdandi, sum síggjast í Tingskipanini fyri Løgtingið.
Øll lógaruppskot skulu vera á skrá á fýra ymiskum tingfundum fyri at verða samtykt. Harumframt skal lógaruppskotið viðgerðast í eini løgtingsnevnd.
Tá lógaruppskot eru endaliga samtykt av Løgtinginum, sendir løgtingsformaðurin samtyktu uppskotini til løgmann at staðfesta og kunngera.
Hóast Løgtingið endaliga hevur samtykt eitt lógaruppskot, so er tað ikki bindandi fyri borgaran, fyrr enn løgmaður hevur staðfest uppskotið sum løgtingslóg og kunngjørt tað í Kunngerðablaðnum.
Tá løgmaður hevur staðfest lógaruppskot, verður tað kunngjørt í Kunngerðablaðnum í seinasta lagi 30 dagar eftir endaligu samtyktina í Løgtinginum fyri at fáa lógargildi.
Kunngjørdar løgtingslógir kunnu ikki takast aftur. Tøkniligar og fyrisitingarligir feilir kunnu tó verða rættaðar við kunngering av umprenti.
Frá 1. januar 2013 eru løgtingslógir, kunngerðir o.s.fr. einans givnar út talgilt á Kunngerðaportalinum og ikki í pappírsútgávu sum áður.