Tíðarfreistir og tíðarætlanir fyri løgtingslógaruppskot í tingsetuni 2024
Tingsetan byrjar ólavsøkudag og endar á ólavsøku árið eftir.
Tíðarætlan fyri uppskot við gildiskomu 1. januar 2025
Hvat skal henda? | Nær |
---|---|
Seinasta freist at lata lógartænastu uppskotið til eftirkanning | 30. september |
Seinasta freist at lata LMS uppskotið til landsstýrisfund | 9. oktober, kl. 13.00 |
Seinasti politiski landsstýrisfundur, áðrenn freistina | 15. oktober |
Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot * | 21. oktober, kl. 12.00 |
Framløga í tinginum | Áðrenn 5. november |
Gildiskoma | 1. januar 2025 |
*Tá ið uppskot eru eftirkannað av løgtingsumstingini, verða tey send á formligan landsstýrisfund.
Tíðarætlan fyri at verða viðgjørd í hesi tingsetuni
Hvat skal henda? | Nær |
---|---|
Seinasta freist at lata lógartænastu uppskotið til eftirkanning | 3. februar 2025 |
Seinasta freist at lata LMS uppskotið til landsstýrisfund | 12. februar 2025, kl 13.00 |
Seinasti politiski landsstýrisfundur, áðrenn freistina | 18. februar 2025 |
Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot * | 21. februar 2025 kl. 12.00 |
Framløga í tinginum | Áðrenn 8. mars 2025 |
*Tá ið uppskot eru eftirkannað av løgtingsumstingini, verða tey send á formligan landsstýrisfund.
Fíggjarlógin og játtanarkarmar
Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025 og møgulig fylgilógaruppskot skulu latast tinginum 23. september 2024. Framløga verður 30. september.
Uppskot til játtanarkarmar skal latast tinginum 24. mars. Framløga verður 31. mars 2025.
Ger tær tína egnu tíðarætlan her.
Kunning frá løgtinginum um freistir
Kunning frá løgtinginum um í sambandi við tingmál løgtingsárið 2024 er her.
Eftirkanning og ummæli
Øll uppskot skulu vera eftirkannað á lógartænastuni í Løgmálaráðnum, áðrenn tey verða sett á skrá til politiskan landsstýrisfund. Lógaruppskotini skulu eisini hava verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum, áðrenn tey verða send til eftirkanning, so at viðmerkingarnar frá ummælispørtunum eru viðgjørdar av viðkomandi stjórnarráði áðrenn eftirkanningina.
Mannagongdir
Í uppritinum “Samskipa politisk mál” er skipan og mannagongd viðv. landsstýrisfundum ásett. Sí uppritið á tinganes.fo her.
Mannagongdir hjá Løgtinginum viðv. løgtingsmálum og freistum er her.