Uppskot til ummælis
Ein týðandi liður í lógarfyrireikandi arbeiðinum er at senda lógaruppskot, kunngerðir og ríkislógartilmæli til ummælis. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at dygdin á lógararbeiðinum er so góð sum tilber.
Freistin er fýra vikur
Lógaruppskot, kunngerðir og ríkislógartilmæli eiga altíð at vera send til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum, og vanliga eigur tíðarfreistin at lata inn ummæli at vera 4 vikur. Henda freist eigur ikki at verða skerd, uttan so at tað er átrokandi neyðugt.
Hvørjar eru viðmerkingarnar?
Stjórnarráðini upplýsa síðani, hvørjir myndugleikar, almennir stovnar, privatir felagsskapir, áhugafeløg og onnur hava havt uppskotið til ummælis. Greitt verður í stuttum frá, hvørjar viðmerkingar ummælispartarnir hava gjørt. Greitt verður eisini frá, hvørja støðu landsstýrismaðurin og stjórnarráðið hevur til hesar viðmerkingar. Hetta ger, at møguligar avleiðingar av lógaruppskotinum verða umhugsaðar og lýstar betur.
Ein stuttur samandráttur
Eitt ummælisskjal kann eisini verða gjørt. Ummælisskjalið er ein stuttur samandráttur av innkomnu ummælunum saman við viðmerkingum hjá landsstýrismanninum til hesi. Serliga til uppskot, har nógv ummæli eru innkomin, er eitt ummælisskjal eitt hent amboð, sum gevur eitt greitt yvirlit yvir tey ummælini, sum eru komin inn.
Ummælini verða at enda løgd við sum fylgiskjal til uppskotið.