Menningarsamstarv og neyðhjálp

Hin 14. mai 2007 varð løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv sett í gildi. Endamálið við løgtingslógini er at leggja lunnar undir føroyska luttøku í altjóða samfelagnum til tess at minka um ójavna í heiminum. Landsstýrið skal virka fyri hesum við at vera við í sjálvberandi menningarsamstarvi til frama fyri menningarlond. Menningarlond verða skilmarkað eftir ásetingunum hjá OECD.

Landsstýrið kann hava menningarsamstarv við stjórnir í menningarlondum, stjórnir í øðrum londum, altjóða stjórnarfelagsskapir og aðrar felagsskapir, teirra millum føroyskar. Samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er:

  • At skipa haldgóða fyrisiting
  • At fáa búskaparvøkstur
  • At tryggja sosial framstig

Landsstýrið hevur sum mál at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri altjóða menningarviðurskiftum. Tá ið til ber, eiga føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki tí at verða gagnnýtt og ment í sambandi við menningarverkætlanir, ið landsstýrið stuðlar.

Neyðhjálp
Sum partur av altjóða samfelagnum eiga Føroyar liva upp til humaniteru reglurnar um, at altjóða samfelagið hevur skyldu til at veita neyðstøddum hjálp.

Neyðhjálp verður umsitin av Løgmálaráðnum. Virkað verður sambært heimild ásett í fíggjarlógini, og endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi.

Seinnu árini er hjálp latin eftir áheitan frá og í samstarvi við hjálparfelagsskapir, bæði føroyskar og útlendskar og herundir altjóða stjórnarfelagsskapir undir Sameindu Tjóðum. Í neyvum samstarvi við avvarðandi felagsskapir leggur Løgmálaráðið dent á, at neyðhjálpin verður skipað við støði í humaniterum grundreglum um menniskjatokka og óheftni, og fer fram við støði í altjóða viðurkendum leiðreglum fyri góðum neyðhjálpararbeiði.

Umframt bráfeingishjálp skulu Føroyar eisini geva neyðstøddum vón um bjartari framtíð. Tí skal neyðhjálp, har tað er viðkomandi og møguligt, eisini virka fyri menning, so at neyðstødd aftur kunnu lívbjarga sær á burðardyggum grundarlagi.

Umsiting
At umsita løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv er kunngerð sett í gildi, sum lýsir neyvari treytir og reglur um, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðulin verður játtaður.

Umsóknarblað um stuðul til menningarsamstarv kann takast niður her.

Ráðgevandi nevndin
Til tess at fremja lógina um altjóða menningarsamstarv í verki, er ráðgevandi nevnd, sum arbeiðir eftir ásettari fyriskipan. Nevndin hevur formann og fýra limir, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum tilnevnir at sita í fýra ára skeið. Uppgávan hjá ráðgevandi nevndini er at veita landsstýrismanninum ráð um, hvussu lógin um altjóða menningarsamstarv skal fremjast í verki. Harumframt verða allar umsóknir um menningarsamstarv lagdar fyri nevndina til ummælis. Nevndin ummælir eisini umsóknir um neyðhjálp.

Limirnir í nevndini eru:

  • Ann Hermansdóttir, sóknarprestur (forkvinna)
  • Bárður Lydersen, skipari og fotografur (næstformaður)
  • Óli Wolles, cand.mag.
  • Margretha Kjærbæk, sjúkrarøktarfrøðingur
  • Finn Johannesen, lærari

Umsóknir um stuðul

Umsóknir um verkætlanarstuðul:

  • Umsóknir um stuðul til humaniterar verkætlanir kunnu latast Løgmálaráðnum frá 1. februar 2025

Umsóknarfreist:

  • Umsóknarfreistin er 16. mars 2025

Frymlar til frágreiðingar:

Umsóknir skulu sendast til lmr@lmr.fo

GG!! Vinarliga lesið leiðreglurnar, áðrenn umsóknin verður send inn.