Navnamál

Navnamál verða umsitin av Navnanevndini og Umhvørvisstovuni. Navnanevndin umsitur fornøvn, og Umhvørvisstovan umsitur millum- og eftirnøvn.

Foreldur kunnu geva barninum hjá sær eitt og hvørt navn, sum stendur á Fólkanavnalistanum. Um navnið ikki stendur á listanum, kunnu foreldrini søkja Navnanevndina um at fáa navnið góðkent. Umsóknarskjøl og leiðbeining eru at finna niðast á síðuni.

Reglurnar um navngávu eru at finna í Løgtingslógini um fólkanøvn. Har stendur m.a., at børn skulu fáa navn, áðrenn tey verða seks mánaðir gomul.  Eingin fær fleiri enn trý fornøvn, eitt millumnavn og eitt eftirnavn. Foreldrini skulu boða skrásetingarmyndugleikanum frá navninum, ið tey vilja geva barninum. Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðirin búði, tá ið hon átti barnið.

Tú kanst lesa um navnabroyting o.a. hjá Umhvørvisstovuni.

Avgerðir hjá navnanevndini kunnu kærast til Umhvørvisstovuna, og avgerðir hjá Umhvørvisstovuni kunnu kærast til Løgmálaráðið.


Leiðbeining

Um navnið ikki stendur á listanum, eru tríggir hættir at søkja um at fáa navnið góðkent.

1) Tú kanst søkja Navnanevndina um at góðkenna eitt nýtt navn

Treytirnar eru

  1. at navnið av røttum er eitt fornavn og ikki t.d. eitt millum- ella eftirnavn
  2. at navnið ikki er til ampa fyri barnið
  3. at navnið er í samljóði við føroyskar málreglur

Umsóknarblað um nýtt navn


2) Tú kanst søkja Navnanevndina um uppkalling

Treytirnar eru

  1. at navnið líkist navninum á tí, sum kallað verður upp eftir
  2. at fyri hvørt navnið, sum givið verður, verður bara kallað upp eftir einum navni
  3. at tann, ið verður uppkallaður, er annaðhvørt
    1. systkin hjá barninum
    2. foreldur, omma ella abbi, langomma ella langabbi
    3. systkin hjá foreldrum
    4. systkinabarn
    5. ella ommu- ella abbasystir, ommu- ella abbabeiggi

Umsóknarblað um uppkalling


3) Tú kanst søkja Umhvørvisstovuna um navn eftir øðrum navnasiði enn føroyskum

Fólk úr øðrum landi kann við loyvi frá landsstýrismanninum fáa loyvi til at geva barni sínum navn í samsvari við navnasið í avvarðandi landi.

Navnanevndin

Telefon: +298 89 80 90
Teldupostur: 
navnanevndin@navnanevndin.fo

Telefontíð er mikudagar kl. 16-18.
Fyrispurningar og umsóknir verða sendar til:
navnanevndin@navnanevndin.fo