Fólkanavnalistin

Navnanevndin ger sambært lógini ein leiðbeinandi lista við fornøvnum og endurskoðar hann javnan. Um navnið ikki er á navnalistanum, kunnu foreldur ella tann, sum foreldramyndugleikan hevur, leggja tað fyri navnanevndina, sum ger av, um navnið kann verða givið.

Listin er tøkur sum pdf-fíla niðast á síðuni umframt á sprotin.fo, har hann er orðabókin NAVN. Navnalistin á Sprotanum er ikki dagførdur seinastu fáu árini.

Nøvnini standa øll í hvørfalli, og í ( ) verður sýnt, hvussu navnið bendist í hvønnfalli, hvørjumfalli og hvørsfalli. Framburður er vístur í [ ]. ' merkir herðing. / stendur ímillum loyvdar síðuformar.

Sambært Navnalógini kann eftirnavn vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kynið hjá barninum. Tá ið stovnur í faðirsnavni endar við -s, kann verða valt ímillum navn við fyrra liði í hvørsfalli (-ar) ella ongari ending (-s í endanum á stovninum er tá at skilja sum hvørsfall), t.d.  Tummasarson ella Tummasson, Tummasardóttir ella Tummasdóttir. Styttru sniðini hava eldri hevd. Tey nøvn, sum eru merkt við * á navnalistanum, koma undir hesa reglu.

Fólkanavnalistin sum pdf-fíla

Fólkanavnalistin á sprotin.fo

Navnanevndin

Telefon: +298 89 80 90
Teldupostur:
navnanevndin@navnanevndin.fo

Telefontíð er mikudagar kl. 16-18.
Fyrispurningar og umsóknir verða sendar til:
navnanevndin@navnanevndin.fo