Ráðharraráðið og Ráðið
Í 1962 varð Helsingforssáttmálin samtyktur, og varð hetta formliga grundarlagið fyri norðurlandasamstarvinum. Sáttmálin ásetti seks samstarvsøkir: rættar-, mentanar-, almanna-, fíggjar-, flutnings- og umhvørvisøki. Samstarvið kom síðan at fevna um samstarv á øllum stjórnarøkjum uttan trygdar-, verju- og uttanríkispolitikk.
Norðurlandaráðið
Norðurlandaráðið er parlamentariski stovnurin í norðurlendska samstarvinum og er samstarv millum tey átta tingini í Norðurlondum. Tá Norðurlandaráðið byrjaði sítt virksemi í 1952 var Finland ikki við. Finland gjørdist limur í samstarvinum í 1956.
Føroyar og Áland komu upp í samstarvið í 1969, og Grønland í 1979, tá ið Grønland fekk heimastýri. Í Norðurlandaráðnum eru 87 limir. Svøríki og Norra hava 20 limir hvør, Finland hevur 18 limir, Danmark hevur 16 limir og Ísland hevur 7, Føroyar, Grønland og Áland hava 2 limir hvør.
Bert limir ið eru valdir á ting í Norðurlondum kunnu vera limir í Norðurlandaráðnum.
Dagliga leiðslan liggur hjá formansskapinum, og hægsti myndugleiki er aðalfundurin millum teir 87 limirnar.
Norðurlandaráðið skal:
- Fremja politisk átøk
- Vera politisk drívmegi
- Ansa eftir, at Norðurlendska Ráðharraráðið røkir sínar skyldur
- Góðkenna og gera møguligar broytingar í uppskotunum til fíggjarætlan fyri Norðurlendska Ráðharraráðið
Norðurlendska Ráðharraráðið
Norðurlendska Ráðharraráðið er formliga samstarvið millum stjórnirnar í norðurlondum og fevnir um tilsamans 10 ráðharraráð.
Forsætisráðharrarnir hava evstu ábyrgd fyri stjórnarsamstarvinum. Hesa ábyrgd hava forsætisráðharrarnir tó latið teimum átta samstarvsráðharrarunum (MR-SAM) at røkja, saman við Norðurlendsku Samstarvsnevndini (NSK), sum hevur ábyrgd av at samskipa politiska norðurlendska samstarvið.
Føroyski samstarvsráðharrin luttekur í øllum virksemi hjá samstarvsráðharrunum. Løgmaður hevur havt avmarkaða atgongd til fundirnar, men í 2014 eydnaðist at gerast partur av forsætisráðharrafundunum.
Føroyar, Grønland og Áland kunnu velja at taka undir við teimum avgerðum, sum verða tiknar í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Tann 5. september 2007 samtyktu samstarvsráðharrarnir sonevnda Álandsskjalið, sum kortleggur tey átøk, sum skulu styrkja luttøkuna hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í norðurlendska samstarvinum.
Norðurlendska Ráðharraráðið skal:
- Leiða og fyriskipa samstarvið
- Seta átøk í verk
- Gera norrøna fíggjarætlan
- Gera frágreiðingar um og kunna um samstarvið í Norðurlanda Ráðharraráðnum
Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið hava skrivstovu í Keypmannahavn.