Útlendingar og integrasjón
Útlendingamál er ríkismál, og tað er danska Udlændingestyrelsen og Styrelsen for International Rekruttering og Integration, ið taka avgerðir um at veita útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Í 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn, og hon stendur fyri avgreiðsluni av málunum, sum verða send føroyskum myndugleikum til ummælis.
Nærri kunning um útlendingalóggávuna fæst frá Útlendingastovuni, ið hevur uppgávuna at vegleiða og ráðgeva í sambandi við m.a. umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Integrasjónsmál er málsøki hjá Løgmálaráðnum. Tørvurin á væl skipaðari integratión er vaksin alsamt í tráð við, at talið av útlendingum í Føroyum økist, bæði í sambandi við familjusameingar, arbeiðsloyvi og ítróttarfólk, sum flyta til Føroya í ítróttarørindum.
Integratión snýr seg um eina røð av átøkum, so sum málundirvísing, atgongd til arbeiðsmarknaðin, sosialar tænastur, ið krevja luttøku frá fleiri pørtum. Í november 2015 var ein integratiónssamskipari settur í starv á Útlendingastovuni, sum skal samskipa tey ymsu integratiónsátøkini.