
Kommunuval 2016
Kommunuval verður týsdagin 8. november 2016.
Sjófólk, sjúk og aðrir persónar, ið hava ikki møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum sjálvan valdagin, kunnu greiða brævatkvøðu til kommunuvalið.
Veljarar, ið lúka hesar treytir, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin, sum er frá 8. juli 2016 at rokna.
Les um freistir í sambandi við kommunuvalið í høgra bredda.