At atkvøða við brævi

Um tú ikki hevur møguleika at møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, hevur tú møguleika at greiða atkvøðu við at senda inn brævatkvøðu.

Í Føroyum kanst tú greiða brævatkvøðu við at venda tær til fólkayvirlitið í eini kommunu.

Um tú ert sjófólk, kanst tú eisini greiða brævatkvøðu hjá einum mynstringarstjóra ella umborð á viðkomandi skipi.

Um tú ert innlagdur á sjúkrahúsið ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni ella undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum, ella hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndu persónum.

Um  tú situr í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Um tú ert uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Tað er siðvenja, at landsstýrismaðurin heimilar føroysku sendistovunum.

Um tú ert staddur í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi.

Nær

Um tú ert sjófólk ella annars ikki heldur teg verða heima valdagin, og um tú ert staddur uttanlands, kanst tú greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum kann brævatkvøða  fara fram í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

Hvussu

Atkvøða við brævi skal fara fram við at brúka atkvøðutilfar, sum landsstýrismaðurin hevur útvegað til endamálið. Tú skalt venda tær til tann myndugleikan ella persónin, sum skal syrgja fyri at atkvøtt verður á rætta hátt.

Tá ið tú vendir tær til persónin, sum skal standa fyri at alt fer fram á rætta hátt, skalt tú kunna prógva, hvør tú ert. Viðkomandi persónur gevur tær síðani atkvøðuseðil við tilhoyrandi brævbjálva, fylgibrævi og størri brævbjálva. Á atkvøðuseðilin skalt tú skriva antin navnið á einum valevni, sum er uppstillað, møguliga við tilskilan av flokki, ella navnið ella bókstavamerkingina hjá einum flokki, sum hevur valevni uppstillað. Tá ið tú hevur valt, skalt tú leggja atkvøðuseðilin í tann tilhoyrandi brævbjálvan og klistra brævbjálvan aftur. Síðani skalt tú útfylla fylgibrævið og leggja bæði fylgibrævið og brævbjálvan við atkvøðuseðlinum í tann størra brævbjálvan, sum tú klistrar aftur og setur frímerki á. Á sjálva baksíðuna av brævbjálvanum skal fyllast út navn og bústað í kommununi. Brævbjálvin verður síðani handaður honum, sum atkvøtt er hjá. Hesin syrgir so fyri, at senda brævbjálvan til avvarðandi kommunu.