Valrættur og valbæri
Hvør kann atkvøða til løgtingið, og hvør kann stilla upp til løgtingið?
Valrættur
Fyri at kunna atkvøða til løgtingið skalt tú:
- Vera 18 ár
- Hava danskan heimarætt
- Vera heimahoyrandi í Føroyum
- Ikki vera undir verjumáli og fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6
Hóast tey ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, hava persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, valrætt til løgtingið, um teir annars lúka hinar treytirnar omanfyri. Her kanst tú lesa nærri um hvussu lesandi uttanlands skráseta seg á vallista.
Valbæri
Fyri at kunna stilla upp til løgtingið, skalt tú:
- Hava valrætt til løgtingið
- Ikki verða straffaður fyri gerð, sum í vanligum umdømi ger teg óverdan at vera løgtingslim, um ikki henda fylgja av dóminum er burturfallin
Tað er løgtingið, sum avgerð gildi av vali tingmanna og um ein tingmaður hevur mist sítt valbæri.