Løgtingsvalnevndin

Landsstýrismaðurin velur eina valnevnd við trimum limum og einum tiltakslimi fyri hvønn av limunum.

Formaðurin í løgtingsvalnevndin tekur sær av øllum fyrireikingunum av sjálvum valinum. Uppgávurnar hjá løgtingsvalnevndini eru eitt nú:

  1. At taka ímóti valevnislistum og øðrum fráboðanum til valnevndina

  2. At útvega neyðugar atkvøðuseðlar

  3. At ansa eftir, at valstýrini á teimum einstøku valstøðunum hava alt greitt til atkvøðugreiðsluna

  4. At fíntelja og endaliga gera upp valið í seinasta lagi eina viku aftan á valið

  5. At senda teimum valdu valbræv

Løgtingsvalnevndin førir í gerðabók alt av týdningi, sum viðvíkir valinum. Í seinasta lagi dagin eftir valið er gjørt endaliga upp, verður ein váttað útskrift av gerðabókini og alt atkvøðutilfarið sent landsstýrismanninum.

Í løgtingsvalnevndini sita:

  • Malan Johansen
  • Jógvan Amonsson
  • Bárður Larsen

Tiltakslimir eru:

  • Gloria Kalsø
  • Eyðun Christiansen
  • Marjun Jacobsen