Lýsing um valevnalistar
Valevnalistar til løgtingsvalið 8. desembur 2022
Við hesum verður mint á, at valevnalistar til løgtingsvalið 8. desembur 2022 skulu vera forkvinnuni í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi:
hósdagin 24. novembur 2022 kl. 18.00
Eitt umboð fyri flokkin ella ein stillari skal lata valevnalistan inn.
Gjøllari reglur um valevnalistar eru ásettar í §§ 17-18 í løgtingsvallógini (løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið).
Í løgtingsvallógini er m.a. ásett:
- at ein valevnalisti ikki kann hava fleiri enn 43 valevni
- at valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði
- at nøvnini á valevnunum verða sett í bókstavarøð
- at valevnalistin skal vera undirskrivaður av valevnunum og góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt til at luttaka í valinum, ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum
- at hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillarar, har stillararnir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift
- at eingin kann stilla upp á meira enn einum valevnalista
- at eingin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnalista
Dømi um oyðubløð til valevnalista sæst her og lista til stillarar hjá uttanflokkalista sæst her.
Vegna løgtingsvalnevndina
Malan Johansen
forkvinna
c/o Landsbanki Føroya
Kvíggjartún 1
160 Argir
Tlf.: 226225