
39.017 hava valrætt á løgtingsvalinum 8. desembur 2022
39.017 hava valrætt á løgtingsvalinum 8. desembur 2022. Hetta eru 1.196 fleiri enn á seinasta løgtingsvali. Av hesum eru 589 lesandi uttanlands sammett við 375 á seinasta løgtingsvali.
Valstøðini eru eins og á seinasta løgtingsvali 57 í tali. Tað størsta valstaðið er á Hálsi í Havn við 13.182 veljarum, og tað minsta er í Hattarvík við 10 veljarum. Hetta er samstundis tað minsta loyvda veljaratalið á einum valstað, sbr. § 21 í løgtingsvallógini.