Á miðnátt tendraði landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, nýggja 5G-netið.
Bjarni Kárason Petersen, ið varðar av Føroya Tele, fegnast um, at Føroyar hava flutt seg inn í ein nýggjan tøkniligan veruleika.
5G-tøknin er fleirfalt skjótari enn tað vit higartil eru von við. 5G fer at gera gerandisdagin lættari og lata upp fyri nýggjum tøkniligum møguleikum.
"Tað gongur við rúkandi ferð á fjarskiftisøkinum, og vit mugu flyta okkum, um vit skulu standa okkum í kappingini við útheimin. 5G er ein avgerandi fortreyt fyri at vit kunnu fylgja við", sigur landsstýrismaðurin.