01.11.2024 · Løgmálaráðið

Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarformaður í Posta

Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarformaður í Posta

Á eykaaðalfundi í P/F Postverki Føroya 30. oktober 2024 varð samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni.

P/F Postverk Føroya hevur seinastu tíðina havt avbjóðingar við rakstrinum, serliga tí at brævaflutningurin er í stórari minking, og tí hevur verið neyðugt at tillagað felagið.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, ið varðar av felagnum, heldur, at Árni H. Ellefsen fer at veita eitt gott íkast til nevndina í Posta.

Nevnd og leiðsla í Posta hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar við fánandi brævaflutningi. Tað arbeiðið heldur fram, og Árni H. Ellefsen kemur í nevndina við drúgvum royndum úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri í Føroya Banka og sum grannskoðari. Eisini hevur hann hollar royndir sum nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri fyritøkum. Eg eri tí sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við í hesum arbeiði.