Nú er greitt, at Føroyar varðveita sína góðkenning sum trygt triðjaland í dátuverndarhøpi. Hetta sæst í frágreiðing, sum ES-nevndin læt úr hondum í gjár, 15. januar 2024.
Niðurstøðan hjá ES-nevndini er grundað á, at trygdarstøðið í Føroyum verður mett at vera á nøktandi støði í mun til trygdarstøðið í ES.
Frágreiðingin leggur dent á, at Føroyar fingu eina nýggja dátuverndarlóg í 2021, sum í stóran mun er grundað á ES-lóggávuna.
Landsstýrið hevur havt støðugt samskifti við umboð fyri ES-nevndina gjøgnum fleiri ár, har vit m.a. hava svarað spurningum og greitt nevndini frá ymiskum. ES-góðkenningin verður mett at hava stóran týdning fyri granskingarumhvørvið og vinnulívið í Føroyum, og tí kann eg bara fegnast um, at endaliga avgerðin nú fyriliggur, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Føroyar vóru á fyrsta sinni góðkendar sum trygt triðjaland í 2010. Tá nýggja ES-dátuverndarlógin, General Data Protection Regulation (GDPR), kom í gildi í 2018, gjørdi ES tó greitt, at nú skuldu øll triðjalondini metast av nýggjum – hesaferð við støði í GDPR.
Føroya landsstýrið hevur arbeitt við málinum líka síðan.
Frágreiðingin hjá ES-nevndini kann lesast við at trýsta her.