
Løgmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1.1 mió. kr.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heimasíðuni lmr@lmr.fo
Reglugerð og umsóknarblað:
Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 14. februar 2025.
Umsóknir skulu sendast til:
lmr@lmr.fo ella til
Løgmálaráðið
Gongin 7
100 Tórshavn.