27.07.2023 · Løgmálaráðið

Grooming og sextortión móti børnum og ungum skal gerast revsivert

Grooming og sextortión móti børnum og ungum skal gerast revsivert

Løgmálaráðið er farið undir at fyrireika lóggávu, sum ger roynd at tøla børn og ung við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang, revsivert, umframt at revsingin fyri kynsliga avnoyðing verður herd.

Í sambandi við at Føroya Politi kannar eitt størri mál um kynsligan ágang móti børnum og ungum á netinum, hevur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, gjørt av, at tað beinanvegin skal farast undir at fyrireika lóggávu, sum ger sokallaða “grooming” og “sextortión” revsivert.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður sigur:

“Tað er týdningarmikið, at vit greitt siga við okkara børn og ung, at tað ongantíð er teirra skyld, at tey eru fyri kynsligum ágangi. Tað er tann vaksni, sum hevur ábyrgdina, og tað er tann vaksni, sum skal revsast. Vit skulu fara eftir talgildu barnalokkarum, sum fara inn í talgilda heimin, har okkara børn og ung ferðast.”

Uppskotið verður væntandi borið í tingið í heyst og skal ætlandi fáa gildi frá 1. januar 2024.

Grooming og Sextortion

“Grooming” ella “tøling” av børnum og ungum merkir, at ein persónur roynir at byggja upp eitt samband við eitt barn ella ein ungan undir 18 ár við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang móti barninum ella tí unga. Sambandið verður vanliga bygt upp á netinum.

“Sextortión” kemur úr enskum, og er ein samanseting av orðunum “sex” og “extortion”, sum merkir “avnoyðing”. Kynslig avnoyðing merkir í hesum høpinum, at avnoyðarin noyðir órættaða at gera kynsligar gerðir við seg sjálvan. Hetta verður gjørt við eitt nú at hótta við at deila nakinmyndir av órættaða ella myndir við kynsligum innihaldi.