Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fegnast um ætlanina at knappar 350 milliónir krónur kunnu brúkast til at byggja flogvøllin í Vágum út.
Tilsamans hevur Vága Floghavn tørv á at byggja flogvøllin út fyri góðar 1,3 milliardir krónur komandi árini. Talan er um stórar íløgur, ið skulu gera flogvøllin føran fyri at taka ímóti einari millión ferðandi um árið.
Longu í 2019 var fløskuhálsur á flogvøllinum, tá ferðafólkatalið fór upp um markið á 400.000 ferðandi, bert 5 ár eftir at farstøðin varð bygd. Mett verður, at ferðafólkatalið verur omanfyri 800.000 longu um 10 ár.
“Útbyggingin er alneyðug fyri at framtíðartryggja føroyska ferðasambandið við útheimin, tí flogvøllurin er longu ov lítil sum er. Ferðafólk leggja nógv eftir seg, og føroyingar hava eisini tørv á at ferðast í frítíðar- og arbeiðsørindum. Vit síggja hetta sum eina íløgu í okkara samferðslukervi, um vit við hesum íkasti til fíggingina megna at halda ferðaseðlaprísirnar á einum rímiligum støði,” sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ið varðar av Vága Floghavn.