Løgtingið hevur í dag samtykt lógaruppskotið um integratión frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum. Talan er um nýggja lóggávu, sum skal skipa tilgongdina fyri integratión í Føroyum. Uppskotið gevur myndugleikum greiðar heimildir at seta í verk og fremja integratiónsfremjandi átøk og gevur góðar karmar at skipa økið best møguligt.
Yvirskipað er endamálið við integratiónslógini at betra um integratiónina hjá tilflytarum. Hetta skal gerast við at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt, sum gevur teimum møguleika at vera fíggjarliga sjálvbjargnir og at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar og í samsvari við grundleggjandi virði og siðvenjur í føroyska samfelagnum.
“Tað er uppá tíðina, at vit fáa skipaði viðurskifti í sambandi við integratión í Føroyum. Nýggja lógin fer at hava við sær, at tilflytarin í størri mun enn fyrr kann kenna síni rættindi og skyldur og vita, hvat føroyska samfelagið væntar av honum, og hvar hann kann fáa hjálp og kunning um neyðugt,” sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í integratiónsmálum.
Lógaruppskotið er galdandi fyri allir útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum, tó so at skilt verður millum ymisk sløg av uppihaldsloyvi.
Serlig atlit skulu tó takast fyri at tryggja børnum og ungum, sum koma til landið, væl eydnaða integratión, uttan mun til hvat slag av uppihaldsloyvi, tey hava.
Lógaruppskotið áleggur bæði landi og kommunum at veit ymisk integratiónstilboð. Samstundis verða ymisk krøv sett til tilflytarar.
Uppskotið ber í sær at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar mugu arbeiða saman fyri at lyfta integratiónsøkið. Besta integratiónin fer tó fra í samspælið millum menniskju í frítíð, á arbeiðsplássum og í skúlum og dagstovnum. Hetta skal uppskotið seta bestu karmar fyri.
Arbeitt hevur verið við uppskotinum síðsta hálvtannað árið, og nógvir ymiskir bólkar hava verið hoyrdir, meðan arbeitt hevur verið við tí.
Lógaruppskotið kemur í gildi 1. juli 2025, tó so at summar ásetingar koma í gildi 1. januar 2026 og 1. juli 2026.