21.08.2024 · Løgmálaráðið

Íslendski uttanríkisráðharrin vitjar Bjarna K. Petersen

Íslendski uttanríkisráðharrin vitjar Bjarna K. Petersen

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hitti í gjár íslendska uttanríkisráðharran Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylvadóttir. Við á fundinum vóru eisini umboð úr føroysku og íslendsku fjarskiftisvinnuni.
 
Á fundinum, ið varð hildin í Kristnastovu í Havn, umrøddu partarnir serliga fjarskiftistilbúgving og týdningin av at tryggja eitt gott og mótstøðuført samskiftiskervi. 
 
Partarnir vóru samdir um, at mótstøðuførið á fjarskiftisøkinum gerst alsamt meiri týðandi í okkara fjarskotnu londum, og tí eiga Føroyar og Ísland at kanna, hvussu londini framyvir kunnu betra um góða samstarvið um fjarskifti.