20.12.2024 · Løgmálaráðið

Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot

Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot

Síðani løgtingsárið 2014 hevur verið ásett, at øll uppskot frá landsfyrisitingini skulu eftirkannast. Tað er lógartænastan í Løgmálaráðnum sum hevur ábyrgdina av eftirkanningunum. 

Í løgtingsárinum 2023 eftirkannaði lógartænastan tilsamans 158 uppskot. Lógartænastan eftirkannaði 96% av uppskotunum innan fimm yrkadagar og 99% av uppskotunum vóru eftirkannað innan átta yrkadagar. 

Hetta er 10. ársfrágreiðingin, sum verður givin út. Endamálið við útgávuni er framvegis at kunna stjórnarráðini um ymiskt viðvíkjandi lógarsmíði og at siga frá okkara royndum seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast. 

Eisini er ein partur um viðgerðina í Løgtinginum, um ummælistíðir hjá stjórnarráðunum og yvirlit yvir rættarreglur, sum eru kunngjørdar í Kunngerðarblaðnum í tingárinum 2023.

Í ársfrágreiðingini verður m.a. víst á, at talið av eftirkanningum er lægri enn undanfarin ár og tað lægsta talið av eftirkanningum síðani farið var undir at gera ársfrágreiðingar fyri 10 árum síðani. 

Tað verður framvegis mett, at ov stórur partur av uppskotunum hjá landsstýrinum ikki verða løgd á almanna ummælisportalin.

Les ársfrágreiðingina her