
27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár. Av teimum fáa 11 verkætlanir stuðul. Søkt var tilsamans um 4,3 mió. kr. Stuðulsjáttanin er 1,1 mió. kr.
Endamálið við játtanini er at stuðla verkætlanum, sum menna føroysku útoyggjarnar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.
Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.
Býtið av stuðli til útoyggjamenning sæst í talvuni niðanfyri.
Oyggj | Verkætlan | Játtað upphædd (kr.) |
Fugloy | Bakkahjallur og hoyggjhús | 20.000 |
Fugloy | Sláturhús í Kirkjuhaga Norðara parti | 50.000 |
Svínoy | Café / matstova | 50.000 |
Svínoy | Nýggja rætt til hagan fyri handan Hálsar | 50.000 |
Skúvoy | Staðarnavnabólkurin fyri Skúvoy og Dímun | 20.000 |
Skúvoy | Traktor til tungt arbeiði á oynni | 270.000 |
Skúvoy | Felagshús til Skúvoyar Fornminnisfelag | 70.000 |
Hestur | Ferðavinnuátak úti í Hesti | 145.000 |
Mykines | Uppafturbygging av seyðahúsi inni á Gosdali | 145.000 |
Kalsoy | Hjallur til lagring (tilfar til vørur at lagra) | 10.000 |
Dímun | Umvæling av frágørðum / seyðagørðum | 70.000 |
| Útoyggjafelagið | 200.000 |
| Tilsamans | 1.100.000 |