08.04.2024 · Løgmálaráðið

Løgrit um ES-góðkenning av Føroyum sum trygt triðjaland

Løgrit um ES-góðkenning av Føroyum sum trygt triðjaland

Í hesum løgriti er greitt frá um føroyska dátuverndarlóggávu og ES-góðkenning av Føroyum, sum trygt triðjaland í dátuverndarrættarligum høpi. Við støði í gongdini og menningini, sum hevur verið á dátuverndarøkinum, serliga í ES, er greitt frá dátuvernd í Føroyum.

Tá ES í 1990’unum samtykti dátuverndarlóggávu, sum bygdi á eitt útgangsstøði um, at persónupplýsingar einans kundu flytast út úr ES til triðjalond, um hesi triðjalondini tryggjaðu eitt nøktandi verndarstøði, var hetta óiva við eini væntan um, at triðjalond fóru at innrætta sína lóggávu o.a. á slíkan hátt, at góðkenning var møgulig. Veruleikin hevur tó víst, at tað einans vóru 11 lond, sum heilt ella lutvíst vóru góðkend, tá GDPR kom í gildi næstan 20 ár seinni. Av hesum londum var Føroyar eitt.

Les løgritið her.

Løgrit

Ætlanin við løgritunum er at fáa ymisk løgfrøðilig evni lýst á føroyskum máli og úr einum føroyskum sjónarhorni. Tað kann vera ein lýsing av ávísum løgfrøðiligum evni ella fyribrigdi, t.d. um kreppulóggávu, um gongd í haga ella annað evni. Tað kann eisini vera ein breiðari lýsing av lóggávuni innan ávíst fakøki, t.d. almannalóggáva, fiskivinnulóggáva, skúlalóggáva o.tíl. Vónin er at løgritini við tíðini fara at vera við til at lýsa føroyskt lóggávu og fyrisiting.