Broytt trygdarpolitisk viðurskifti gera tað neyðugt at taka okkara tilbúgvingarætlanir á fjarskiftisøkinum upp til endurskoðan. Hetta var millum annað tað, sum Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, segði í setanarrøðu fyri European Subsea Cables Association, sum hevur sín 62. fund í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Landsstýrismaðurin segði í røðuni, at hóast vit hava eitt samskiftisnet á høgum stigi, sum er ført fyri at handfara nútíðar krøv frá okkara virksemi og samfelagnum yvirhøvur, eru vit eisini viðbrekin, um fíggindasinnað lond gera seg inn á fjarskiftiskervið. Vit mugu gera okkum greitt, at hesir sjókaðlar eisini kunnu gerast mál hjá fregnartænastum.
Bjarni K. Petersen vísti á, at órógv á talgilda infrakervið kann elva til ómetaliga stóran skaða á okkara búskap og lívsneyðugar samfelagsfunktiónir, og segði tað vera hansara vón, at neyðug lógar- og regluverk kunnu samtykkjast fyri ikki bert at tryggja rætta verju og viðlíkahald av slíkum undirstøðukervi, men at altjóða samfelagið kann koma til eina semju um at friða slíkt undirstøðukervi í altjóða stríðsmálum.
Bjarni K. Petersen bar at enda fram ynski um at samstarva við grannalond og NATO um at betra um sjókaðlatrygdina og varpaði ljós á strategisku støðu Føroya í Norðuratlantshavi.