Føroyar skulu halda fram við at styrkja sína støðu í norðurlendska samstarvinum, soleiðis at møguleikin betrast fyri sjálvstøðugum limaskapi. Sum liður í hesum fingu Føroyar 1. januar fullan limaskap í Nordic Innovation, og arbeiðið heldur fram við at fáa fullan limaskap í øðrum samstarvsstovnum.
Norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning fyri Føroyar. Samanlagt búgva 28. mio. í Norðurlondum, og búskapurin er 11. størsti í heiminum. Samstarvið gevur Føroyum og føroyingum atgongd til eina røð av skipanum.
1. januar í ár fingu vit fullan limaskap í norðurlendska stovninum Nordic Innovation, sum samstarvar við smáar og miðalstórar fyritøkur, og setur í gongd og fíggjar virksemi, ið styrkir nýmenning í Norðurlondum.
Frammanundan hesum fingu vit fullan limaskap í NordForsk, sum varðar av granskingarsamstarvi og granskingarútbúgvingum í Norðurlondum, og Nordisk Energiforskning (NEF), sum stuðlar upp undir norðurlendskt orkusamstarv. NEF fíggjar og fremur norðurlendskt samstarv, skapar granskingargrundað grundarlag fyri orkupolitiskar avgerðir og er eitt bindilið millum ídnað, gransking og politisku skipanina.
Vit hava í nýggja árinum søkt um fullan limaskap í Nordregio, ið er ein leiðandi norðurlendskur og evropeiskur granskingarstovnur fyri regionala menning og ráðlegging. Millum týdningarmiklu uppgávurnar hjá Nordregio er at stuðla upp undir regionalpolitiska menning og burðardyggan vøkstur í Norðurlondum.
Vit hava sett okkum fyri at fáa fullan limaskap í teimum norðurlendsku samstarvsstovnum, sum eru viðkomandi fyri Føroyar. Á henda hátt fyrireika vit okkum til at taka størri lut í norðurlendska samstarvinum, eins og vit koma at standa sterkari næstu ferð vit søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum.
Bjarni Kárason Petersen er norðurlendskur samstarvsráðharri.
- Passunión (1957)
- Sameindan arbeiðsmarknað
- Felags sosial rættindi
- Norðurlendska Íløgubankan
- Norðurlendska skattaavtala og felags átøk
- Felags útbúgvingarmarknað
- Stuðulsskipanir til skúlar og átøk
- Virðislønir Norðurlandaráðsins
- Mentanarhús, Mentanargrunn o.a.
- Norðurlendska konventión um mál
- Markaforðingarráðið
- Info Norden til borgarar
- Svanamerkið – umhvørvisgóðkenning
- Nýggja Norðurlendska Matin
- Norðurlandahúsið og NORA
- Og mangt annað