09.12.2024 · Løgmálaráðið
Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir í felags áheitan á tøknirisar: tað skal ruddast upp.

Løgmálaráðharrarnir í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi og Grønlandi hava í dag verið á fundi við umboðum fyri tøknifyritøkurnar Meta, Google, TikTok og Snapchat.
Á fundinum løgdu tøknifyritøkurnar fram teirra ætlanir at basa ólógliga virkseminum, ið fer fram á teirra sosialu pallum.
Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir eru samdir um, at talan er um eitt stig á leiðini at basa hesum trupulleikanum, men at tørvur er á, at tøknifyritøkurnar taka størri ábyrgd og gera meira fyri at tryggja eitt gott og trygt umhvørvi á netinum.
Sí felagslýsing frá løgmálaráðharrunum her Erklaering-om-opfoelgende-moede-den-9.-dec.-2024.pdf