20.04.2024 · Løgmálaráðið

Ráðstevna um revsilóg á føroyskum grundarlagi

Ráðstevna um revsilóg á føroyskum grundarlagi

Revsilógin er dagførd soleiðis at hon skal kunna virka á føroyskum grundarlagi. Í hesum sambandi skipar Løgmálaráðið saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri ráðstevnu í Kongshøll undir heitinum: “Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg.”

Ráðstevnan skal birta upp undir kjak í sambandi við arbeiðið at gera nýggja føroyska revsilóg og skal varpa ljós á fyrimunir og vansar við eini revsilóg, sum í høvuðsheitum byggir á føroyskt grundarlag.

Hóast galdandi revsilóg er á føroyskum, so byggir hon í stóran mun á donsku revsilógina og  donsku samfelagsgongdina. Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska. Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelag, og tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka.

Fyri at fáa lýst evnið úr ymiskum sjónarhornum, kemur norski dómarin Aina Ertzeid, sum var við í arbeiðinum at orða nýggja norska revsilóg, at hava fyrilestur um hetta arbeiðið. Eisini kemur danski professarin Thomas Elholm at hava fyrilestur um, hvussu danskur revsirættur hevur broytt seg seinastu árini. Harumframt verða fyrilestrar frá fólki, sum arbeiða og kenna føroyska revsirættarøkið úr ymiskum sjónarhornum.

Ráðstevnan verður í Kongshøll, mikudagin 8. mai 2024, kl. 9 – 16:15.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis.

Skráin er henda:

09:00

Rógvi Olavson, orðstýrari bjóðar vælkomin og greiður frá praktiskum viðurskiftum.

09:05

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, setur ráðstevnuna.

09:15

Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Løgmálaráðnum: Avbjóðingar við at dagføra og týða revsilógina til føroyskt.

09:45

Thomas Elholm, professari og Ph.D í revsirættargangi og revsirætti: Udviklingen i dansk strafferet.

10:30

Kaffisteðgur.

10:50

Henrik Møller, dómari: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.

11:25

Petur Even Djurhuus, advokatur: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.

12:00

Miðmáli

12:50

Jóhan Lamhauge, námslektari í løgfrøði: Hvat er føroyskur revsirættur?

13:20

Aina Mee Ertzeid, dómari við Tingrættin í Oslo: Arbeide med den norske straffelov.

14:00

Michael Boolsen, fúti: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.

14:30

Kaffisteðgur.

14:50

Ingmar Berg Mikkelsen, formaður í Brotsfrøðifelag Føroya: Revsing og endurmenning í einum lítlum samfelag.

15:20

Pallborðskjak.

15:50

Orðstýrarin tekur saman um.

16:00

Landsstýrismaðurin greiður frá víðari gongdini og endar tiltakið.