Í dag samtykti løgtingið almenna partin av revsilógini. Við hesum er revsilógin nú á føroyskum.
Arbeiðið at dagføra, endurskoða og føroyska revsilógina byrjaði í desember 2015. Arbeiðið var tá býtt sundur í hóskandi partar, so tað hevur borið til hjá landsstýrinum og løgtinginum at viðgera dagføringarnar væl og gjølla, málsliga og innihaldsliga.
Í sambandi við dagføringina er gjørdur ein orðalisti við revsirættarligum orðum og hugtøkum, sum Málráðið hevur góðkent. Orðalistin skal stuðla undir og menna revsirættarlig hugtøk á føroyskum.
Nýggj føroysk revsilóg
Hóast revsilógin nú er á føroyskum, so byggir galdandi revsilóg í stóran mun á samfelagsligar broytingar, sum hendar eru í Danmark. Føroyska samfelagið er nógv minni, og meira gjøgnumskygt, og kriminaliteturin er lægri enn í Danmark. Málsliga ber revsilógin eisini brá av, at hon er umsett úr donskum.
Við støði í samtyktu lógini, fyrireikar Løgmálaráðið nú, at fara undir at gera eina nýggja føroyska revsilóg, sum leggur seg nærri føroyska málinum, og føroyskum viðurskiftum har atlit í størri mun enn áður verður tikið at føroyska samfelagsbygnaðinum.
Ætlanin er at fáa samstarv í lag við Fróðskaparsetrið um hetta, so nýggja lógin byggir á føroyska gransking. Ætlanin er eisini at gera eitt nýtt revsilógarráð við breiðari umboðan úr føroyska samfelagnum.
Landsstýrismaðurin sigur, "Eg fegnist um, at revsilógin nú er á føroyskum. Ein so grundleggjandi lóg eigur sjálvsagt at vera á okkara egna málið. Næsta stigið er at gera eina nýggja føroyska revsilóg, og tað er eftir mínum tykki enn meira týðandi, enn tað stigi, vit nú hava tikið at umseta og dagføra donsku revsilógina"