28.06.2024 · Løgmálaráðið

Røða í samband við prógvhandan á Fróðskaparsetrinum

Røða í samband við prógvhandan á Fróðskaparsetrinum

Í samband við søguliga hátíðarhaldið á Fróðskaparsetri Føroya 28. juni 2024, tá fyrstu embætisprógvini í lóg vórðu handað, helt Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, røðu fyri nýútbúnu løgfrøðingunum.

"Fyrst av øllum hjartaliga til lukku til tykkum, sum hava fingið prógv í dag. Hetta er ein stórur dagur fyri tykkum, og tað størri er heiðurin at standa her og bera fram nøkur orð á hesum stóra degi.

Eg má siga, at tað er ein fragd at síggja, at ein smátjóð sum okkara megnar at bjóða so nógvar góðar, ymiskar og samfelagstýðandi útbúgvingar. Tað er somuleiðis ein fragd, at føroyska samfelagið fær ágóðan av fólki, sum hava serkunnleika um føroyska samfelagið og føroysk viðurskifti. Hetta hevði ikki borið til uttan sterkar føroyskar útbúgvingarstovnar. Hetta gagnar samfelagnum og hevur sera stóran týdning fyri eina tjóð – kanska serliga eina smátjóð sum okkara. Hetta er at byggja land. Eg eri tí glaður fyri at sleppa at hátíðarhalda dagin saman við tykkum, familjum tykkara og Setrinum.

Ein serlig gleði er tað fyri meg sum landsstýrismaður í lógarmálum, at fyrstu løgfrøðingarnir við føroyskum embætisprógvi fáa prógv í dag. Ein útbúgving, sum viðger lóg og løgfrøði í føroyskum høpi, samstundis sum útbúgvingin lýkur altjóða aðalmál. Løgfrøði eigur at taka støði í tí samfelagnum, sum hon virkar í. Tað er týdningarmikið í flestu, um ikki øllum lærugreinum, at støði verður tikið í samfelagnum man er í. Fyri løgfrøðina er hetta í øllum førum galdandi. Tí við lóg skal land byggjast. Løgfrøði skipar samfelagið, og hetta má gerast við atliti til tað samfelagið, sum løgfrøðin skipar. Dagurin í dag er tí søguligur.

Hóast føroyska samfelagið líkist samfeløgunum í hinum Norðurlondunum, so er føroyska samfelagið eisini uppá nógvar mátar øðrvísi. Eitt nú er sosiala eftirlitið sterkt í Føroyum, og samfelagið er ógvuliga samantvunnið. Hóast lóggávan í londunum rundan um okkum líkist, so springur okkara fatan av, hvat er rætt og rangt, úr samfelagnum og umstøðunum, vit liva í. Tí er gott við serføroyskari siðvenju.

Óansæð fakøki, hevur tað týdning, at vit taka støði í føroyska veruleikanum, gera tingini á okkara hátt og skapa okkara egnu hugmyndir og arbeiðshættir, sum passa til samfelagið, vit liva í.

Eg vil í hesum sambandi nýta høvið at leggja dent á, at tað er týdningarmikið fyri hetta landsstýrið, at vit samstarva við Fróðskaparsetrið. Ætlanin um eitt universitetssjúkrahús er eitt gott dømi um hetta. Men hetta er ikki minst galdandi á lógarøkinum, har tað er ynskiligt, at føroysk lóggáva í størri mun byggir á føroyska gransking og á eitt føroyskt vitanargrundarlag. 

Tit hava gingið á Setrinum í nøkur ár og har fingið eitt fjølbroytt og haldgott grundarlag fyri tykkara framtíð. Fyri mong av tykkum er hetta byrjanin til tykkara yrkisleið ella fyri víðari útbúgving. Onga aðrastaðni í heiminum kunnu tit fáa eina útbúgving, ið byggir á føroysk viðurskifti. Hetta ber til, tí vit eiga eitt altjóða viðurkent fróðskaparsetur í Føroyum. 

Tað er samstundis mín vón, at vit fara at megna at skunda undir kampusverkætlanina, soleiðis at vit fáa fjøltáttað og ment okkara útboð av útbúgvingum, og soleiðis at okkara fróðskaparsetur fær tær góðu og framkomnu umstøður, ið tað hevur uppiborið, og skuldi í grundini fingið fyri langari tíð síðani.

Hetta er ein týdningarmikil dagur fyri tykkum, men eisini fyri føroyska samfelagið. Tit eru eitt týdningarmikið tilfeingið fyri samfelagið og koma øll á hvør sín hátt at geva tykkara íkast. Vónandi gleða tit tykkum til at nýta alt, tað tit hava lært. Eg veit, at tit fara at gera mun, har tit koma.

Til seinast vil eg siga, at eg eri sera glaður fyri, at tit valdu at lesa í Føroyum. Eg haldi, at tað er gott at fara út í heim at fáa royndir, víðka sjónarringin og síggja heimin.

Men samstundis er tað eisini soleiðis, at vit hava tørv á tykkum. Tí eru vit altíð sera fegin, tá ið fólk velja Føroyar. At lesa í Føroyum, búgva í Føroyum, arbeiða og stovna familju í Føroyum. Tað forpliktar okkum politikarar til at syrgja fyri, at tað valið skal vera tað lættasta í heiminum.

Eg vil ynskja tykkum blíðan byr framyvir og enn einaferð hjartaliga til lukku við útbúgvingini."

 

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, saman við Hannu Vang, Løgtingsins umboðsmanni, nýútbúnu løgfrøðingunum við embætisprógvi í lóg og Martin Zachariasen, rektara á Fróðskaparsetur Føroya.