Landsstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, setti fjølmentanarvikuna 2023.
Røðan kann lesast niðanfyri.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Góðan dagin.
Takk fyri innbjóðingina, og fyri høvið at siga nøkur orð.
I’m going to speak in Faroese, but for those of you who don’t understand Faroese yet, I will make a brief summary in the end.
I will point out the importance of diversity in a society and emphasize that we all
have a responsibility to ensure that people that have chosen to move here, are welcomed, and included into the Faroese society.
Í Føroyum búgva nú fólk úr 134 ymiskum londum.
Hetta ríkar mentan okkara og víðkar um sjónarringin.
Heimurin er meira samanbundin enn nakrantíð fyrr, og tí mugu vit ikki undirmeta fjølbroytni og inklusjón.
Fjølbroytni víðkar sjónarringin, vísir okkum øðrvísi fatanir av veruleikanum, ger okkum betur før fyri at laga okkara hugsan til ymiskleika og er ein drívmegi fyri nýhugsan og framburð.
Ymiskleiki er stutt sagt ein styrki!
Síðan 1. januar 2010 er talið av útlendingum, sum ikki høvdu danskan ella annan norðurlendskan ríkisborgararætt, vaksið úr 883 fólkum, upp í 2.917 fólk tann 1. oktober í ár.
Hetta setur krøv til okkum øll, at vit duga at taka rætt ímóti øllum tykkum, sum vilja og hava møguleika at flyta higar.
Vit skulu tryggja smidligari atgongd til føroyska málið, soleiðis at tilflytarar kunnu luttaka og geva sítt íkast til samfelagið.
Vit skulu eisini kunna gjølla um rættindi og skyldur í føroyska samfelagnum, og syrgja fyri, at tilflytarar hava møguleika at brúka sínar førleikar og útbúgvingar, bæði sær sjálvum og samfelagnum at frama.
Av tí at talið av tilflytarum er økt nógv seinastu árini, veksur tørvurin eisini á eini væl skipaðari integratión.
Neyðugt er tí við eini integratiónslóg, sum kann tryggja grundleggjandi rættindi og samstundis staðfesta, hvørjar skyldur tilflytarar hava, men eisini hvørjar skyldur myndugleikar hava, tá ið fólk velja Føroyar sum nýggjan heimstað.
Arbeiðið við at orða eina integratiónslóg er sett í gongd, og vit miðja ímóti at leggja uppskotið fyri Løgtingið í vár.
Ætlanin er at taka viðkomandi partar við í arbeiðið, eitt nú Kommunufelagið, Útlendingastovuna, Reyða Kross, Vinnuhúsið, fakfeløgini, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið.
Yvirhøvur meti eg, at tað hevur stóran týdning at allir partar í samfelagnum eru við til at lofta uppgávuni at taka ímóti tilflytarum á rættan hátt.
Samstundis meti eg eisini, at tað hevur stóran týdning, at tilflytarar sjálvir gera sítt til at koma inn í føroyska samfelagið og taka lut í samfelagslívinum.
Um vit øll lyfta saman, eru sannlíkindi fyri góðum úrslitum eisini betri.
In my speech I have emphasized that diversity enriches our culture and broadens our horizon.
Diversity strengthens a society.
Since 1st of January 2010 the numbers of people with other citizenship than Danish and Nordic has grown from 883 people to 2.917 people.
This makes the need for a more organized integration process more dire.
We need an Integration Law which stipulates fundamental rights and obligations for the newcomers, as well as the obligation of the authorities, to ensure a good integration process.
The work with preparing a law proposal has started.
We are aiming to present the law proposal for Løgtingið in the spring.
It is of great importance that all part of the society takes on the task of welcoming and include newcomers.
Of equal importance is it that newcomers want to be part of the Faroese society and learn the language.
I wish you all a good multi-cultural week.
Takk fyri!
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður