Kunngerð um handil við ethanoli til tekniska nýtslu
Skotið verður upp, at kunngerð nr. 80 frá 21. apríl 1993 um handil við ethanoli til tekniska nýtslu verður lýst av nýggjum – broytingar í mun til galdandi kunngerð eru litaðar gult.
Trupulleiki er av at fáa váttan á trúð og heiður frá stovnsleiðarum, ið kunngerðin setir krav um.
Heilsumálaráðið hevur tí mælt til, at t.d. deildarleiðarar eisini kunnu bíleggja frá Apoteksverkinum við váttan á trúð og heiður.
Heilsumálaráðið hevur samskift við táverandi Umhvørvis- og vinnumálaráðið um tørvin at broyta kunngerð um handil við ethanoli til tekniska nýtslu. Málsøkið er síðani flutt Løgmálaráðnum.
Løgmálaráðið metir, at kunngerðin eigur at verða broytt, so at eitt starvsfólk á stovninum við leiðsluábyrgd kann lata slíka váttan. Skotið verður tí upp, at kunngerðin verður lýst av nýggjum, við hesari broyting, umframt aðrar smávegis broytingar:
1) Inngangurin verður broyttur, so víst verður til nýggju rúsdrekkalógina, tá hon væntandi kemur í gildi.
2) § 3 verður broytt, so at “stovnsleiðarin” verður broytt til “eitt starvsfólk á stovninum við leiðsluábyrgd”.
3) § 3 verður broytt, so at tað bert krevst ein váttan – ikki váttan á trú og heiður. Váttan á trú og heiður er, sbr. § 161 í revsilógini, knýtt at hægri revsing samanborið við aðrar váttanir yvir fyri tí almenna, ið verður revsað sbr. § 163 (2 ár vs. 4 mðr.). Slík áseting krevur tí serstaka lógarheimild.
4) § 3 verður málsliga broytt, so ásetingin er lættari at lesa.
5) § 2 og § 6. Arbeiðseftirlitið verður broytt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Toll- og skattstova Føroya verður broytt til TAKS – dagføringar.
6) § 8 – verandi kunngerð verður sett úr gildi og nýggja kunngerðin lýst í staðin.”