Kunngerð um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka verður broytt
Skotið verður upp, at Kunngerð nr. 111 frá 20. oktober um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka verður lýst av nýggjum við broytingum, so at loyvisnevndin kann geva rúsdrekkaframleiðarum loyvi til at bjóða ella selja vitjandi egna framleiðslu á framleiðslustaðnum (nýggj § 5).
Skotið verður upp, at hetta kann gerast innan somu upplatingartíð, sum annars er galdandi fyri rúsdrekkasølu (broyting av § 6).
Skotið verður upp, at Loyvisnevndin í loyvinum kann áseta nærri treytir.
Treytir kunnu m.a. setast um, at vøran skal haldast atskild frá vørum, at hølisviðurskiftini eru nøktandi, skráseting av vitjanum, krav um undanfráboðan, minstamark um innihald og longd á vitjanum og um endurnýggjan av loyvinum ella um royndartíð.
Skotið verður harumframt upp, at feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini. (nýggj § 9, stk. 3)”