Kunngerð um p-tøl
Alsamt fleiri og fleiri talgildar tænastur verða mentar, sum eru grundaðar á talgilda innritan og/ella talgilda undirskrift. Hetta eru tænastur, sum ikki kunnu nýtast av persónum, sum ikki hava p-tal.
Í uppskotinum verður ásett, hvussu p-tøl verða skipað, og hvussu persónar, ið ikki fáa p-tal sambært § 3, stk. 1 í løgtingslóg um fólkayvirlit, kunnu skrásetast í Landsfólkayvirlitinum við p-tali.
Ásett verður, at almennir myndugleikar og privatir løgfrøðiligir persónar kunnu geva ávísum bólkum av persónum eitt p-tal, sum verður nýtt í virkseminum hjá viðkomandi. P-talið verður skrásett í Landsfólkayvirlitið.
Fyri at fáa eitt p-tal, skal viðkomandi vísa nøktandi prógv fyri samleika, eins og nærri krøv til, nær ein myndugleiki ella ein privatur løgfrøðiligur persónur kann geva eitt p-tal, verða ásett.
Ummælisfreistin er sett til fríggjadagin 29. mars 2024.
Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum á teldupost lmr@lmr.fo.