Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar
Talgildu Føroyar arbeiða við at gera tað møguligt hjá persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar, at søkja talgilt um upptøku á vallista gjøgnum Vangan. Vangin er tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar.
Í hesum sambandi hevur Løgmálaráðið gjørt nýggja kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar.
Nýggja kunngerðin lýsir í § 1 treytirnar hjá omanfyri nevndu persónum at koma á vallista í Føroyum. § 4 í kunngerðini heimilar at lata inn umsókn um upptøku á vallistan talgilt gjøgnum Vangan. Treyt er eisini ásett um, at fullgilt lestrarprógv skal leggjast við umsókn um upptøku á vallista. Harumframt eru einstakar orðingar broyttar í kunngerðini.
Oyðublaðið at útfylla í sambandi við skrivligu umsóknina er lagað til nýggju kunngerðina.
Við nýggju kunngerðini verður sett úr gildi kunngerð nr. 137 frá 23. september 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 7 frá 29. januar 2018.