Revsilógin - almenni parturin verður dagførdur og føroyskaður
Heiti
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om Straffeloven (Revsilógin)Frágreiðing
Uppskotið viðvíkur kapitlunum 1-11.
Kap. 1 Innleiðandi ásetingar
Kap. 2 Vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligu ásetingarnar
Kap. 3 Treytir fyri revsingarbæri
Kap. 4 Brotsroynd og viðvirkan
Kap. 5 Revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar
Kap. 6 Revsingarnar
Kap. 7 Treytað fongsulsrevsing
Kap. 8 Samfelagstænasta
Kap. 9 Aðrar rættarfylgjur av teirri revsiverdu gerðini
Kap. 10 At áseta revsing
Kap. 11 Uppathald av rættarfylgjum av teirri revsiverdu gerðini
Lógarteksturin er í høvuðsheitum umsettur til føroyskt, umframt at ávísar grundleggjandi broytingar eru gjørdar.
Uppskotið inniber yvirskipað hetta:
- Broytingar í kap. 2: Vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligu ásetingarnar:
- Í hesum uppskotinum verður danskur revsimyndugleiki broyttur til føroyskan revsimyndugleika.
- Samstundis verður ein nýggj § 8 c sett inn, fyri at tryggja at tað framvegis er revsimyndugleiki fyri gerðir, sum eru framdar í øðrum pørtum av ríkinum og gerðir, sum eru framdar av ella ímóti øðrum enn ríkisborgarum, sum hava fast uppihald í øðrum pørtum av ríkinum.
- Eitt nýtt § 10, stk. 2 verður eisini sett inn, við somu atlitum sum § 8 c.
- Broytingar í kap. 6: Revsingarnar:
- Nýggj lóg um revsifulnað í Føroyum (Lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf) er samtykt og kemur í gildið 1. juli 2023. Hetta hevur við sær, at fleiri ásetingar í kap. 6 verða strikaðar, tí tær eru fluttar til Lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf, sum kemur í gildi 1. juli 2023.

- Broytingar í kap. 7: Treytað fongsulsrevsing:
- Við uppskotinum er ætlanin at strika møguleikan fyri at døma treytaðan dóm uttan at áseta revsing. Hetta hevur við sær, at ein treytaður dómur framyvir altíð skal hava ásett eina fongsulsrevsing. Hetta er galdandi bæði fyri dómar við og uttan treytir um samfelagstænastu.
- Samstundis verða gjørdar ávísar broytingar fyri at økja um nýtsluna av samfelagstænastu í staðin fyri treytaleysa fongsulsrevsing. Ætlanin er yvirskipa at avmarka nýtsluna av frælsistøku sum revsing.
- Broytingar í kap. 8: Samfelagstænasta:
- Broyting verður gjørd í § 63, soleiðis at samfelagstænasta verður økt úr 240 tímum til 300 tímar. Ætlanin við broytingini er at víðka møguleikan fyri samfelagstænastu í teimum førum, har tað annars hevði verið dømd treytaleys fongsulsrevsing í meira enn 1 ár og 6 mánaðir, men ikki meira enn 2 ár.

Ummælisfreistin er farin
17.07.2023Ráð
LøgmálaráðiðØki
RevsirætturSlag
Broyting í løgtingslógDagfesting
08.06.2023Samband
lmr@lmr.foMálsviðgjørt
GMTak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Lovbekendtgørelse Om Straffeloven (Revsilógin) Javntekstur