Revsilógin verður broytt
Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin)Frágreiðing
Við uppskotinum verður ein nýggj áseting sett inn sum § 229 í kapittul 24, kynslig brotsverk. Ásetingin viðvíkur lokking (grooming). Samstundis verður § 225 víðkað til at fevna um kynslig avnoyðsla (sextortion). Somuleiðis verður § 228 víðka til eisini at fevna um lokking.
Uppskotið inniber yvirskipa hetta:
- § 225, sum viðvíkur aðrar kynsligar gerðir enn samlegu, verður víðka til at fevna um føri, tá ið gerningsmaðurin fær órættaða til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.
- § 228 sum ásetir á brot á ávísar ásetingar í revsilógini kann revsast, hóast gerningsmaðurin bert hevur verið ósketin í mun til tilstandin ella aldurin hjá órættaða, verður víðka til eisini at fevna um lokking.
- Nýggj § 229 verður sett inn kapittul 24, sum viðvíkur lokking. Ásetingin ásetir at tann verður revsaður, sum miðvíst ella við snildir og við at misnýta sína yvirvág í aldri og royndum byggir upp eitt samband til ein persón undir 18 ár við ætlan um at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi.
Uppskotið verður sent hesum pørtum til ummælis:
- Føroya Rætti
- Føroya Landfúti
- Kriminalforsorgini
- Fróðskaparsetur Føroya
- Føroya Advokatfelag
- Almanna- og mentamálaráðnum
- Barna- og útbúgvingarmálaráðnum
- Heilsumálaráðnum
- Føroya Kommunufelag
- Barnaverndarstovuni
- Barnabata
- Brotsfrøðifelag Føroya
- MEGD
- Amnesty International Føroyar
- Føroya Politistafelag
- Føroyskir Sálarfrøðingar
- Etiska Ráðnum
- KRIS
- Kvinnuhúsinum
- Kvinnufelagnum í Havn
- Kvinnusamskipan Føroya
Ummælisfreistin er farin
27.09.2023Ráð
LøgmálaráðiðØki
RevsirætturSlag
LøgtingslógDagfesting
30.08.2023Samband
lmr@lmr.foMálsviðgjørt
GMNTak niður
Uppskot Til Broyting Í Revsilógini (Kynslig Avnoyðsla Og Lokking)