Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov om nordisk samarbejde

Heiti
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov om nordisk samarbejde
Frágreiðing

Lov om Nordisk samarbejde er ein ríkislóg, sum geldur fyri alt kongsríkið. Tí skal broyting í hesi lógini leggjast fyri Løgtingið, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Fólkatingið, hóast hendan broytingin ikki er viðkomandi fyri Føroyar.

Við hesum lógaruppskotinum verða reglurnar um val av teimum 16 varalimum í donsku sendinevndini til Norðurlandaráðið broyttar.

Tað sæst í artikkul 47 í Helsingforsavtaluni, at Danmark velur 16 limir og varalimir til Norðurlandaráðið, at val av limum og varalimum fer fram árliga og er galdandi til næsta fólkatingsval. Valt verður eftir lutfallinum í Fólkatinginum soleiðis at valið umboðar ymisku politisku hugsanirnar í Folkatinginum. Limir og varalimir skulu verða limir í Fólkatinginum. Broytingin inniber, at teir 16 varalimirnir ikki verða valdir sum varalimir fyri ávísan lim. Val av varalimum skal fara fram soleiðis, at danska sendinevndin í norðurlandaráðnum so vítt gjørlig endurspeglar samansetingina av Fólkatinginum.

Broytingin hevur ikki týdning fyri føroysku sendinevndina í norðurlandaráðnum.

Ummælisfreist
24.01.2025
Ráð
Løgmálaráðið
Dagfesting
20.12.2024
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Ríkislógartilmæli Um At Seta Í Gildi Fyri Føroyar Lov Om Ændring Af Lov Om Nordisk Samarbejde Fylgiskjal 1. Javntekstur Fylgiskjal 2. Lov Nr. 521 Frá 4. Desember 1985 Fylgiskjal 3. Lov Nr. 841 Frá 18. Desember 1991