Rúsdrekkalógin verður dagførd
Sambært galdandi lóggávu hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarætt at innflyta og selja rúsdrekka. Matstovur o.tíl., sum hava skeinkiloyvi, kunnu kortini skeinkja rúsdrekka, og bryggjarí, sum hava fingið loyvi til tess frá Loyvisnevndini, kunnu í egnum sølubúðum selja sína egnu framleiðslu, tó bara framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi.
Við hesum lógaruppskotinum fær loyvisnevndin heimild til at loyva framleiðarum eisini at selja sína framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi. Hendan sølan kann bert fara fram á sjálvum framleiðslustaðnum í sambandi við gestavitjanir o.tíl. Slík søla verður ikki loyvd frá øðrum sølubúðum, sum framleiðarin hevur, og sum ikki eru á framleiðslustaðnum.
Av lógartøkniligum orsøkum verður hetta gjørt sum uppskot til nýggja rúsdrekkalóg, tí at galdandi løgtingslóg er broytt so ofta, at tørvur er á at gera lógartøkniligar og málsligar broytingar og nágreiningar tó uttan at gera innihaldsligar broytingar. Tað eru bara § 4, stk. 3 og § 9, stk. 2, sum eru nýggjar ásetingar.